– Vit hava sjálvi ábyrgd fyri lívmargfeldinum
Í dag er altjóða dagur fyri lívmargfeldi. At hava eitt ríkt plantu- og djóralív er ikki bara hugtakandi, tað er lívsneyðugt fyri okkum menniskju. Hetta ásannaði eisini ein flokkur av føroyskum ungdómi fyrr í ár, á verkstovu um margfeldi fyri ung, sum Umhvørvisstovan skipaði fyri.
Verkstovan var ein av mongum, sum eru hildnar í Norðurlondum sum fyrireiking til toppfundin um lívmargfeldi, sum var ætlaður at vera í Kina í heyst. Covid-19 gjørdi, at toppfundurin er útsettur. Men ungdómsarbeiðið í Norðurlondum heldur kortini fram. Á føroysku verkstovuni varð funnið fram til nøkur sjónarmið, sum fingu stóra undirtøku. Eitt var, at lívmargfeldinum eiga vit at taka ábyrgd av lokalt, og at seta egin mál eftir støðuni í økinum. Hetta er ein eitt sindur øðrvísi hugsunarháttur enn í veðurlagsspurninginum, har dentur verður lagdur á at náa felags altjóða málum. Verkstovuluttakararnir vórðu bidnir um at meta, hvat hevði størri týdning, veðurlagskreppan ella margfeldistrupulleikin. Báðir trupulleikarnir áttu at fáa líka stóran ans, hildu flestu luttakararnir.
Teir 29 luttakararnir á verkstovuni hittu eisini umboð fyri politisku flokkarnar. Politikararnir kundu eitt nú notera sær, at tey flestu á ungdómsverkstovuni hildu, at ov lítið verður gjørt frá politiskari síðu fyri at verja náttúruna, og at eykaavgjøld á náttúruskaðiligt virksemi eru eitt amboð, sum eigur at verða umhugsað. Eisini hildu tey ungu, at landið eigur at seta sær mál, og at gera tey bindandi, tá um ræður náttúruvernd og lívmargfeldi.