Virksemið í Hundsarabotni fingið umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisstovan hevur hin 3. juni 2015 veitt virkseminum hjá Landsverki í Hundsarabotni umhvørvisgóðkenning.
Virksemið í Hundsarabotni fevnir um hesi høvuðsøki: framleiðsla av gróti í Grótbrotinum, framleiðsla av skervi á Skervverkinum, framleiðsla av asfalti og oljugrúsi á Asfaltverkinum.
Umhvørvisgóðkenningin er galdandi fyri alt virksemið hjá Landsverki í Hundsarabotni.
Virksemið fer fram ovarlaga úti í haga og tí hevur Umhvørvisstovan lagt serligan dent á, at útlátið hvørki er til bága fyri djóralívið í økinum kring virksemið og serliga í áunum, ella lækkar upplivingarvirðið í økinum sum heild.
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 14. juli 2015.

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Ingvard Fjallstein, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo