Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Virkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri fingið nýggja umhvørvisgóðkenning

Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 25. november 2024, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, hevur góðkent:

Virksemið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri

tíðindaskriv.                                                                                                                                                     

Góðkenningin er almenn, og kann síggjast her.     

Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærufreistin er fýra vikur frá tí at avgerðin er almannakunngjørd, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 23. desember 2024.

Møgulig kæra skal sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.