Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vinnararnir funnir

Vinnararnir av “Best røkta bygd 2010”, “Best røkta bygdagøta”, “Ársins grøni stovnur” og “Besta átak” verða kunngjørdir á almennari samkomu í Perluni í Tórsgøtu, hósdagin 24. juni kl. 16.

Umhvørvisátakið er heitið á afturvendandi tiltakinum “Best røkta bygd”, men sum við nýggja samleikanum er vorið breiðari og umfatar fleiri viðurskifti í sambandi við umhvørvis- og náttúruvernd. Átakið er skipað sum kapping, har kommunur, stovnar og íbúgvar hava møguleika at leggja orku í náttúru- og umhvørvisvernd og í nærumhvørvið sum heild.

Nýggju kommunur luttaka í ár og tær hava tilsamans sent 13 uppskot inn til kappingina. Greinarnar kappast verður í eru: Best røkta bygd, Best røkta bygdargøta, Ársins grøni stovnur og Besta átak.

Luttakandi kommunurnar eru Porkeris kommuna, Fámjins kommuna, Vága kommuna, Sørvágs kommuna, Vestmanna kommuna, Sunda kommuna, Runavíkar kommuna, Eystur kommuna og Fuglafjarðar kommuna.

Ein metingarnevnd, sum í ár var mannað við umboðum frá VisitFaroeIslands, Umhvørvisstovuni, Agenda 21 Stovuni,  og  Føroya Náttúru- og umhvørvis-verndarfelag, hevur í juni mánaði vitjað tey tilmeldaðu støðini.

Eftir at hava vitjað og mett støðini, er nevndin nú komin til eina niðurstøðu og hevur tikið avgerð um hvør skal hava tær ymisku virðislønirnar. Tað hevur í nøkrum førum verið ein trupul avgerð, tí fleiri støð hava verið sera áhugaverd. Metingarnevndin fegnast somuleiðis um tey framstig, sum eru hend seinastu árini, tá tað snýr seg um umhvørvisvernd. Um enn ikki tilmeldaðu kommunurnar vóru komnar á mál við til dømis skipanini av spillivatnsviðurskiftum, so verður nógvastaðni arbeitt miðvíst við at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Fyriskipararnir vóna, at Umhvørvisátakið kann vera við til at skumpa undir hesa gongd, og at enn fleiri kommunur fara at luttaka um tvey ár, tá Umhvørvisátakið aftur verður fyriskipað.

Heiðurslønirnar, ið latnar verða í Perluni hósdagin 24. juni 16.00, eru fyri:

• Best røkta bygd 2010. 1. og 2. heiðursløn.
• Best røkta bygdagøta
• Ársins grøni stovnur
• Besta átak

Umhvørvisátakið er afturvendandi tiltak, sum verður skipað í samstarvi millum Agenda 21 stovuna, Visit Faroe Islands, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag og Umhvørvisstovuna. Tað er Innlendismálaráðið sum fíggjar tiltakið.

Myndir:

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 ella við at senda okkum ein teldupost www.us.fo