Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vindmyllur til húsbrúk

Umhvørvisstovan metir ikki, at tað krevst umhvørvisgóðkenning til uppseting av smáum vindmyllum til húsbrúk. Mælt verður tó kommununum til at ansa eftir, at myllurnar uppfylla ávís krøv viðvíkjandi óljóði vm.

Nú vindmyllur verða seldar privatfólki at seta upp og á og millum hús, hevur Umhvørvisstovan kannað ymisk viðurskifti í sambandi við málið.

Umhvørvisstovan metir, at smáar vindmyllur, t.e. myllur, ið spenna minni enn 2,00 m, ikki eru virksemi, sum krevur umhvørvisgóðkenning.

Mælt verður tó frá, at loyva uppseting av vindmyllum, sum ikki hava dokumentatión fyri, at tær liva upp til ávísar óljóðstreytir.

Eru vindmyllur hóast hetta til ampa fyri grannar, eigur kommunan at geva boð um, at neyðug tiltøk skulu setast í verk , og evt. at krevja tær burtur.

Uppseting av vindmyllum er at rokna sum byggimál, og tí skal tann, ið hevur í hyggju at seta upp vindmyllu søkja avvarandi kommunu um loyvi til uppseting.

Kommunan hevur sum byggimyndugleiki heimild at áseta krøv um, hvar myllur kunnu verða, stødd, trygd vm.

Trýst her og les vegleiðandi skrivi, sum US hevur gjørt til kommunurnar.

Vilt tú vita meira um hetta evni, so kanst tú ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, og spyrja eftir Suna Petersen ella Petur Nielsen, ella senda okkum ein teldupost us@us.fo