Viðmerkingar um pumpuskipan í Suðri
Viðmerkingar til útsagnir frá SEV viðvíkjandi pumpuskipan í Suðuroy í ÚF tíðindunum 7. mars 2019 kl. 18.00
Í útvarpstíðindunum 7. mars 2019 kl. 18.00 er samrøða við Hákun Djurhuus (HD), stjóra í SEV í sambandi við, at SEV hevur valt at steðga á við ætlanunum um at gera eina pumpuskipan í Suðuroy. Sambært HD er høvuðsorsøkin, at kostnaðurin fyri pumpuskipanina verður væl hægri enn upprunaliga mett, og at ynskiligt er at kanna alternativar loysnir við kaðalsambandi til meginøkið.
Innleiðandi vilja vit viðmerkja, at í frágreiðingini hjá SEV fyri fíggjargongdina fyri 2018 (send øllum kommununum, og send Orku 4. desember 2018), upplýsir SEV, at ætlað er við eini íløgu í pumpuskipan í Suðuroy upp á 118 mió. kr., býtt á:
• 5 mió. kr. í 2018 til nærri kanningararbeiði,
• 8 mió. kr. eru avsettar í 2019
• 50 mió. kr. í 2020
• 55 mió. kr. í 2021
Niðanfyri er stuttur samandráttur av tí, ið HD nevnir í útvarpstíðindunum 7. mars 2019 kl. 18:
- Kostnaðurin fyri ætlaðu pumpuskipanina í Suðuroy er tvífaldaður upp í 200 mió kr.
- Kostnaðurin fyri eina pumpuskipan í Vestmanna er 500 mió kr.
- Myndugleikarnir kravdu príslækking í 2017, hetta seinkaði ætlanini við pumpuskipanini.
- SEV søkti um loyvi í mars 2017 og fekk ikki svar frá myndugleikanum fyrr enn í august 2017.
- SEV hevur ikki søkt friðingarmyndugleikarnar um loyvi, tí detailprojektering av ætlanini skal gerast fyrst.
Niðanfyri eru viðmerkingar frá Umhvørvisstovuni/Orku til nevndu útsagnir:
Viðv. 1.
Sambært dagførdu kanningini hjá donsku ráðgevingarfyritøkuni P.A. Pedersen (PAP) er kostnaðurin fyri pumpuskipanina í Suðuroy 159 mió kr. Sum omanfyri nevnt greiðir SEV frá í frágreiðingini um fíggjargongdina í 2018, at tilsamans 118 mió kr. eru settar av til pumpuskipan. Sostatt er talan langt frá um eina tvífaldan í kostnaði.
Fyri góðan ordan skuld kann viðmerkjast, at í nevnda tali (159 mió kr.) eru íløgukostnaðir fyri vindmyllur og battarískipan ikki við.
Viðv. 2.
Sambært orkugoymslukanningini hjá ráðgevingarfyritøkuni Norconsult fyri Vestmannaøkið er samlaði kostnaðurin fyri pumpuskipan og vind- og sólorku, mettur til 3,4 mia. kr. um málið um 100% grøna orku á landi í Føroyum skal náast í 2030. Í somu kanning verður staðfest, at um tað í staðin verður miðað eftir at náa 92% grøna orku í 2030 kann samlaða íløgan minkast til 2,35 mia. kr.
Júst hendan sannroyndin ger, at tað kann verða áhugavert at hyggja nærri at eini pumpuskipan í Suðuroy, sum sambært verandi talgrundarlagi frá PAP er mett til 159 mió kr. og sum kann flyta Suðuroynna upp til at verða 80% grøn í elframleiðsluni. Samlaða elframleiðslan í Suðuroy liggur um 10 % av samlaðu elframleiðsluni í Føroyum. Pumpuskipanin í Suðuroy kann tí veruliga gerast eitt kærkomið og fíggjarliga skilagott íkast til strembanina eftir at náa teimum síðstu prosentunum at gerast útvið 100% grøn í 2030.
Somuleiðis kunnu royndirnar við eini pumpuskipan í Suðuroy verða sera virðismiklar í sambandi við ætlaðu útbyggingarnar av eini pumpuskipan í Vestmannaøkinum.
Viðv. 3.
Rakstraryvirskotini hjá SEV seinastu árini (frá 2015 til 2018) hava ligið millum 50 og 100 mió. kr. hvørt ár. Innahýsis málini (krøvini) hjá SEV um skuld í mun til inntøkur (ebidta) og onnur lyklatøl eru øll yvirhildin við ásetanini av elprísunum. Og sum omanfyri nevnt er ætlaði peningurin til pumpuskipanina í Suðuroy avsettur í fíggjarætlanini hjá SEV komandi árini.
Vísandi til omanfyri standandi, og vísandi til at ein pumpuskipan við vindmyllum sambært fyriliggjandi frágreiðing frá PAP er samlað sæð bíligari í rakstri enn verandi oljurikni rakstur í Suðuroy, skilja vit ikki viðmerkingina frá HD um at príslækkingin í ávikavist 2017 og 2018 skal hava givið SEV orsøk til at hálsa um við pumpuskipanini í Suðuroy. Harafturat nevnir HD onki um, at elprísurin hækkaði aftur í 2019.
Viðv. 4.
At SEV søkir 22. mars 2017 um loyvi til pumpuskipan og fær svar 7. august kann heldur ikki verða orsøk til, at SEV nú skal hálsa um, ella at pumpuskipanin má bíða til 2023.
Viðv. 5.
Vanligt er at søkja um loyvi frá viðkomandi myndugleikum, harundir friðingarmyndugleikum, áðrenn detailprojeteringar verða gjørdar av eini verkætlan, hetta júst fyri at tryggja at neyðugu loyvini kunnu útvegast, áðrenn ov nógv tíð og peningur verður nýttur uppá viðkomandi verkætlan.
Mynd: Ólavur Frederiksen.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Orku á Umhvørvisstovuni, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo