Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Viðmerkingar til góðkenning av elprísunum fyri 2019

Niðanfyri verður í stuttum greitt frá nøkrum av grundgevingunum fyri at góðkenna hækkanina av  elprísunum í 2019 við 10 oyrum /kWt (12,50 oyrum/kWt við MVG).

Tvær høvuðsorsøkir eru til góðkenningina av hækkingini:

  1. Oljuútreiðslurnar hjá SEV væntast at verða 65 mió kr. hægri í 2019 enn tær vóru í 2016 (tá ið oljuprísurin var uppá sítt lægsta), sí talvu niðanfyri.
  2. Vindmyllulundirnar eru seinkaðar, og ger hetta at ágóðin av spardum oljuútreiðslum kemur seinni enn áður mett.

Oljuútreiðslur og oljunýtsla hjá SEV frá 2013 til 2020:

Sum tað framgongur vóru útreiðslur til olju hjá SEV í 2016 51 mió. kr., meðan oljuútreiðslurnar í 2019 væntast at verða 116 mió kr., t.v.s. ein hækking við 65 mió.kr. Eisini kann vísast á, at í 2013 vóru oljuútreiðslurnar 168 mió.kr., sum vísir, hvussu stóra ávirkan sveiggj í oljuprísunum hava á rakstrarútreiðslurnar hjá SEV og harvið eisini óbeinleiðis á elprísin.

Í talvuni niðanfyri er gongdin í elprísunum til privat húsarhald víst frá 2013 til 2019:

Sum tað sæst, er elprísurin eftir hækkanina í 2019 hin sami sum hann var í 2013 til 2016. Sum eisini sæst hava elprísirnir ligið á eini rættuliga støðugari legu seinastu nógvu árini.

Viðmerkjast skal, at elprísirnir fyri ídnaðarkundar lækkaðu ikki í 2018, tá ið elprísirnir lækkaðu 5 oyru/kWt til aðrar brúkarabólkar. Og nú hækka teir 10 oyru kWt.

 

Búskapurin hjá SEV

Eitt av fremstu málunum hjá elveitingareftirlitinum er at ansa eftir, at elprísirnir ikki eru hægri enn neyðugt, soleiðis sum ásett er í elveitingarlógini. Onnur týðandi atlit eru tó eisini, ið skulu avvigast í mun til sjálvan elprísin, og eru hesi serliga veitingartrygdin hjá SEV, útbygging av varandi orkukeldum og atlit til kapping, serliga innan vindorkuøkið.

Í 2019 væntast samlaða lániskuldin hjá SEV at verða 1,5 mia. kr, og alt eftir í hvussu stóran mun SEV (heilt ella partvíst) fer at standa fyri teimum útbyggingum, sum eru fyri framman á elorkuøkinum, so kann samlaða lániskuldin hjá SEV fara at vaksa upp til 2,4 mia. kr. í 2025.

At elveitingareftirlitið kann góðkenna, at SEV hevur havt yvirskot í rakstrinum millum 50 og 100 mió kr. seinastu árini, skal síggjast í mun til økta virksemið, sum elfelagið stendur yvir fyri. Tí tekur eftirlitið eisini undir við innanhýsis málinum hjá SEV, at samlaða lániskuldin ikki eigur at verða størri enn 6 ferðir rakstrarinntøkuna hjá felagnum, áðrenn rentur og avskrivingar. Til samanberingar kann nevnast, at kommunurnar kunnu einans hava eina samlaða lániskuld, sum er eina ferð ársinntøkuna (eina álíkning).

Tað hevur alstóran týdning, at SEV hevur ein búskap, sum stendur mát við týðandi og øktu samfelagsuppgávurnar, sum elfelagið hevur fyri framman.

Atlit verða tó alla tíðina tikin til, at SEV verður rikið effektivt, sum elveitingarlógin leggur upp til, og ítøkilig effektiviseringsmál verða sett, sum kunnu eftirmetast frá einum tíðarskeiði til annað. Týðandi í hesum samanhangi er á tí einu síðuni at hyggja at útreiðslustrukturinum hjá SEV, og á hini síðuni at gera átøk, sum kunnu skunda undir elektrifiseringina. Hesi bæði síðst nevndu hava avgerandi ávirkan á rakstrarúrslitið og harvið á samlaða búskapin hjá SEV.

Kapping innan vindorkuøkið kann eisini hava positiva ávirka á elveitingarøkið sum heild, í tann mun aðrir aktørar enn SEV kunnu bjóða seg fram til kappingarførar prísir. Umframt at hetta  kann viðvirka til, at samlaða lániskuldin og harvið búskaparligi váðin hjá SEV verður lægri, kann hetta eisini í aðra máta hava positiva ávirkan búskapin hjá SEV, og verða við til at skunda undir útbyggingarnar av varandi orkukeldum.  

 

Oljufýring ella hitapumpa

Niðanfyri er dømi, sum vísir, hvussu nógv hækkaði oljuprísurin seinastu árini hevur økt um útreiðslurnar hjá einum vanligum húsarhaldi, sum nýtir oljufýring til upphiting og sum nýtir 3.000 litrar av olju um ári:

Sum sæst omanfyri, eru útreiðslurnar hækkaðar við kr. 7.890 um árið, við tí oljuprísi, sum í dag er galdandi, nevniliga kr 7,60 kr/litur, sæð í mun til 4,97 kr/litur, tá ið oljuprísurin var lægstur í 2016.

Til samanberingar er dømi niðanfyri uppá húsarhald við hitapumpu (jarðhita), sum vísir útreiðslurnar av el til upphiting, og sum nýtir 7000 kWt um árið til upphiting:

Sum tað framgongur er munurin á kostnaðinum 0 í dag í mun til 2016. Og tey, sum fingu sær hitapumpu í 2017 skulu tó rinda tilsvarandi hægri kostnað í mun til hækkanina av elprísinum. Samanumtikið kann staðfestast, at tað er ein fyrimunur hjá teimum sum hava gjørt íløgu í hitapumpu, tí tey verða ikki rakt av hækkandi oljuprísum í sama mun sum tey, ið hava oljufýring.

 

Broytiligir elprísir

Lógaruppskot er í løtuni til viðgerðar í løgtinginum um broytiligar (differentireraðar) elprísir.

Ætlanin við lógaruppskotinum er, at SEV skal fáa heimild at áseta serligan prís fyri elnýtslu til góðkendar hitapumpur og til elbilar. Um hetta lógaruppskot verður samtykt kann hetta verða við til at skunda undir elektrifiseringina.