Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Víðkað tyrvingarpláss í Trøllavík góðkent

IRF hevur havt tyrvingarpláss í Trøllavík í Suðuroy síðani fyrst í nítiárunum. Í sambandi við, at plássið verður víðkað eystureftir, hevur IRF fingið nýggja umhvørvisgóðkenning, sum fevnir um bæði tað gamla og tað nýggja plássið.

Tyrving kann hava ávísa dálking við sær, treytað av hvat fyri slag av burturkasti, ið tyrvt verður. Á hesum plássinum kann IRF bert tyrva burturkast, sum ikki er serliga dálkandi og ikki kann endurnýtast ella brennast. Talan kann eitt nú vera um bilglas ella rútaglas, gips, glasull, keramikk, rotvardan við, evju frá vegbrunnum, aspest og eternitt , trolleivdir o.l.  Umhvørvisstovan kann eisini í serligum førum, og eftir umsókn, loyva, at eitt nú at dálkað tilfar av havbotni, oljudálkað mold ella oljudálkað grót verður tyrvt á plássinum.

Løkir og annað omanávatn oman fyri plássið verður veitt uttan um plássið fyri at minka um nøgdina av vatni, sum rennur ígjøgnum plássið. Harafturat verður alt regnvatn, sum kemur niður á tyrvingarplássið, samlað í veitir niðan fyri økið,  reinsað og leitt út á sjógv í leiðing, sum í minsta lagi skal vera 1 m undir størstu fjøru.

Kanningar skulu gerast av spillvatninum frá plássinum og av moldini niðanfyri plássið.

Roknað verður við,  at tað tekur eini 14 ár, áðrenn plássið er liðugt gagnnýtt. Treytir verða settar um,  at plássið verður væl frágingið, tá tað er fult. Somuleiðis, at rennur og rør verða hildin viðlíka, og at neyðugar kanningar vera gjørdar.


Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her

Almenna lýsingin av góðkenningini er her

Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her

 

Góðkenningin kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.


Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mánadagin 31. juli 2014.
 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Dánial Klein Christiansen, málsviðgera á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo