Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Viðarvøkstur í Føroyum

Royndir við viðarlundum byrjaðu fyri umleið 100 árum síðani. Hesar royndir hava serliga lagt seg eftir at finna fram til sløg av trøum og runnum, ið hóska til vakstrarlíkindini hjá okkum

Serliga tey seinastu 20 – 30 árini er tilgongdin av betri egnaðum tilfari bøtt munandi, orsakað av tí norðurlendska- og altjóða samstarvi, ið vit hava kunna tikið lut í. Vælkenda “jólaódnin” í 1988 oyðilegði hinvegin nógv í teimum táverandi viðarlundunum, soleiðis at nógvar møguligar “ langtíðarroyndir” fóru fyri skeyti.

Samanumtikið kann tó sigast, at við tí plantutilfari, vit nú hava til at taka, ber til at gróðurseta væleydnaðan viðarvøkstur á munandi fleiri støðum í Føroyum, enn áður.

Sum nevnt omanfyri, hava royndirnar lagt seg eftir at finna fram til plantusløg, ið trívast her. Tí er lítið og einki gjørt við at finna fram til vakstrar- og produksjónstøl fyri viðarvøkstur her á landi, og heldur ikki við at finna fram til og kunna áseta vakstrarmørk í lendinum.

Aðrar viðkomandi kanningar:

Í 1986 varð tó ein kanning gjørd í viðarlundini á Selatrað at finna produksjónstøl fyri vøksturin har. Kanningin vísti eina produksjón av viði á í hvussu so er 7 m3/ha/ár í einum 50-ára æviskeiði.

Í 1984 varð somuleiðis gjørd ein kanning at meta um vakstrarmøguleikarnar fyri viðarvøkstri í føroyska lendinum, serliga við atliti til eksposisjón (ábæri) og onnur veðurlíkindi. Royndin var við sokallaðum “tatter flags” (fløgg av standardiseraðum bummullsdúki, har slitið yvir tíð, samanborið við erfaringstøl, vísir vakstrarlíkindini á staðnum), ið er ein vælroyndur háttur úr Skotlandi at greina og samanbera, hvussu egnað ymisk lendi eru til m.a. ávísan skógar- og landbúnaðarvøkstur. Royndin varð gjørd í Suðuroy, í Havn og í Norðoyggjum, men tíverri bert fyri 1 ár heldur enn 3 (viðmælt minstaskeið). Úrslitini góðu ábending um, at viðarvøkstur eisini kann fáast at grógva væl omanfyri 200 m y.h. á ávísum støðum her á landi.

Í teimum núverandi skógfriðaðu viðarlundunum er hægsta lendið vit hava uml. 180 m. y.h. Hettar er á sera veðurhørðum staði við kargari jørð, og har er vøksturin vituliga lítil. Viðarvøkstur í bygdum lendi (serliga í nýggjaru, hægriliggjandi býlingunum í Havnini) týður tó á, at vøksturin eisini kann vera munandi í hesum hæddum. Føroyskur upprunaviðarvøkstur (bæði av píli og baraldi) veksur eisini somikið høgt yvir havinum, at hesin kann vera ábending um, at samanumtikið til ber at fáa munandi koltvísúrnisbinding úr føroyska lendinum roknað pr. arealeind.

Føroyar eru uml. 140.000 ha í vídd, og miðalhæddin er uml. 300 m y.h. Teir fyrstu 70.000 ha fara sostatt burtur av óbýttum (>300 m y.h.). Av teirri lægru hálvuni er helst lítið at vinna í hæddarlagnum millum 200 – 300 m y.h. Somuleiðis eru ábærar líðir v.m. lítið hóskandi, umframt at nógv láglendi fer burtur av til bygt lendi, undirstøðukervið, landbúnað v.m. Hvussu nógv lendi, ið tá frá náttúrunar síðu er eftir sum møguligt (potensielt) lendi til viðarvøkstur við koltvísúrnisbinding (CO2) fyri eygað, er torført at meta um. Eitt rímiligt boð kundi verið eini 10 – 20 % av teirri lægru lendishálvuni, altso millum 7 – 15 túsund ha.

Við støði í tølunum, greitt er frá frammanfyri, er tó ikki av leið at meta, at koltvísúrnisbindingin kann vera eini 5 t CO2 pr. ha/ár ella meira fyri eitt æviskeið við egnaðum viðarvøkstri. Spurningurin er síðani, hvussu stóra víddir ein vil seta av til slíkan gróður her á landi, til tess at slíkur vøkstur skal kunna verða eitt munandi ískoyti til spurningin um  koltvísúrnisbinding í Føroyum. Men allur bati bøtur, sigur orðafellið, so ikki er neyðugt at síggja vantandi víddir sum nakra forðing fyri at fara til verka.

Trýst her fyri ofta settar spurningar um viðarvøkstur og frílendi

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.