Verkstova um altjóða nattúrusáttmálar
Hvussu kunnu Føroyar, og aðrar smátjóðir á einfaldan hátt liva upp til krøvini í altjóða sáttmálum? Hesin og aðrir spurningar verða í dag viðgjørdir á Umhvørvisstovuni á eini verkstovu, sum byrjaði í gjár og endar í dag.

Á fyrra degnum varð sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi á skránni meðan Ramsar sáttmálin er á skránni í dag.
Endamálið við verkstovuni er eisini at geva umhvørvis- og náttúrufyrisitingum í norðurlendsku smátjóðunum høvi at læra av royndunum hjá hvørjum øðrum. Hvørt land hevur framløgu, har tey greiða frá, hvat tey hava gjørt og lært, og hvat tey hava haft góðar og minni góðar royndir við, tá tey hava sett í verk hesar altjóða náttúrusáttmálar.
Luttakandi londini vóru Ísland, Grønland, Áland og Føroyar. Føroysku luttakararnir vóru frá Søvnum Landsins/Náttúrugripasavninum, Fiskimálaráðnum og frá Umhvørvisstovuni. Verkstovan varð leidd av tveimum serfrøðingum: Lars Dinesen er Ramsar serfrøðingur og Christian Prip, serfrøðingur í sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi.
Verkstovan er fíggjað av norðurlendska ráðharraráðnum.
Les meira:
Skráin fyri verkstovuna, sí her
Um sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á tlf. 342400 ella 234344 ella senda ein t-post á us@us.fo ella sunip@us.fo
Frá vinstu: Suni Petersen, Janus L. Hansen, Guðríður Thorvarðardóttir, Anni á Hædd, Lars Dinesen, Andreas Lysholt Mathiasen, Christian Prip, Ólavur J. Hansen, Inge Thaulow, Sigurður Thrainsson, Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Anna Maria Fosaa, Kristvør Hentze og Inkeri Ahonen.