Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vel røttu jólagávuna

Hugsa teg um tá ið jólagávurnar skulu keypast. Dygdargóða gávan er uttan heilsu- og umhvørvisskaðilig evni. Her er ein vegleiðing um, hvat hugsast skal um.

Nógvar eru gávurnar  og pengarnir røkka stutt. Men helst besta gávan, vit kunnu geva á jólum, er gávan, sum hvørki inniheldur heilsu- ella umhvørvisskaðilig evni.

Børnini duga ikki at skyna á…
Vit hava øll ábyrgdina av at ansa eftir umhvørvinum og at ansa eftir heilsuni. Tað eru skaðilig evni í nógvum vørum. Í mun til vaksin, so kunnu børn ikki velja, hvørji evni tey koma í samband við. Tí er tað serliga umráðandi, at hugsa seg væl um, tá vit keypa leikur, klæði, smyrsl ella okkur heilt annað, sum verður selt til børn.

Far eftir umhvørvismerkjunum og bið um greiðar upplýsingar
Ein lættur máti at tryggja sær eina góða gávu, er at keypa vørur, sum eru umhvørvismerktar. Bæði í Danmark og í flestu londunum, sum vit keypa vørur, eru fleiri ymisk umhvørvismerki.

                                              

CE-merkið tryggjar, at leikur til børn undir 14 ár, lúka heilsu- og trygdartreytirnar í ES. Velji tí CE-merktar vørur, framum ómerktar vørur.

Um tað ber til, so er at velja vørur sum eru merktar ES-blómuni ella Svanamerkinum. Felags fyri merkini bæði, er at tey lætta um, tá ið tað snýr seg um at finna umhvørvisvinarligar vørur.

Merkini tryggja at:
• vøran er millum tær mest umhvørvisvinarligu í sínum bólki
• atlit eru tikin til heilsuna hjá tær
• dygdin er góð

Nýt vit og skil
Umhvørvismerkini gera valið lættari, men loysa ikki allar trupulleikarnar við at finna góðar vørur. Summar heilsu- og umhvørvisvinarligar vørur eru av ymsum orsøkum ikki umhvørvismerktar, so til ber ikki at skera alt av um ein kamb. Tað er neyðugt at nýta vit og skil. Eitt nú er tað skilagott at ansa eftir bleytgerarum í plasti, vørum við anga og nikkul.

Nøkur góð ráð:
• Lesið vørulýsingina. Keypið ikki vørur, um tað ikki er møguligt at fáa greiðar upplýsingar.
•  Keypið ikki leiku av bleytum PVC-plasti
• Um tit keypa leiku av PVC, veljið so tað, sum er gjørt av hørðum plasti.
• Keyp ikki metallvørur sum geva nikkul frá sær. Hetta ber til at kanna við eini nikkelroynd.
• Keypið ikki gávur, sum anga
• Keypið ikki sminku

Fleiri góð ráð eru í faldaranum “Børn og kemisk evni“, sum Umhvørvisstovan gav út fyrr í ár. Ókeypis einktøk eru at fáa á Apotekinum og kunnu eisini bíleggjast frá Umhvørvisstovuni.

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at venda tær til Eyð Eidesgaard á Umhvørvisstovuni, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.