Vegleiðing um taðing
Nýggja vegleiðingin fer vónandi at gera reglurnar fyri taðing greiðari.
Tað er týdningarmikið, at taðing fer fram, so dálking ella ampi ikki standast av taðingini. Tíverri er tað so, at kommunur og Umhvørvisstovan javnan móttaka klagur um dálking og ampa frá taðing. Tí hevur Umhvørvisstovan gjørt eina vegleiðing um taðing og goymslu av tøðum.
Vegleiðingin er ætlað bóndum og eigarum av jarðarlendum, har taðað verður, men er eisini ætlað sum eitt amboð hjá kommunum at brúka í teirra eftirliti við landbúnaðinum.
Sambært kunngerð um umhvørvisreglur skulu tøð frá køstum og mykjubrunnum nýtast til taðing soleiðis, at hetta ikki elvir til dálking av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis. Vegleiðingin útgreinar ásetingar í kunngerðini um umhvørvisreglur og í løgtingslógini um umhvørvisvernd.
Í vegleiðingini verður sagt, hvussu taðingin skal skipast, so hon ikki elvir til dálking ella ampa. Vegleiðingin umfatar goymslu av tøðum, eins og sagt verður nær og hvar, man kann taða. Fyri at dálking og ampi ikki skulu standast av taðing og goymslu av tøðum, mælir Umhvørvisstovan til, at vegleiðingin verður fylgd.
Vegleiðing nr. 11 um taðing og goymslu av tøðum
Hvussu dálking av tøðum kann ávirka áir og vøtn
Tøð innihalda evni, ið eru neyðug fyri at plantur kunnu vaksa og trívast. Um ov nógv tøðevni, serliga fosfat og køvievni, koma í áir og vøtn, vil talið av algum í vatninum økjast. Vatnið gerst brúnt og slímut av teimum nógvu algunum. Sólarljós fær tí verri við at koma niður til planturnar á botninum, og plantuvøksturin á botninum verður tarnaður.
Tá algurnar doyggja, søkka tær niður á botn. Bakteriur á botni brúka nógva ilt til at niðurbróta algurnar og kann hetta viðføra iltmangul. Úrslitið kann verða, at fiskar og onnur djór rýma, meðan tey dýrini, ið ikki kunnu flyta seg, doyggja.
Nærri fæst at vita við at ringja til Heidi Hansen, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo