Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Veðurlagspolitikkurin – uppgerð fyri 2012

Umhvørvisstovan hevur kannað, hvussu gongst at náa málunum í Veðurlagspolitikki Føroya.

Í mun til at náa yvirskipaða málið um at minka samlaða útlátið við 20% innan 2020, kann staðfestast, at útlátið av vakstrarhúsgassi í 2012 var 7% lægri enn tað var í 2005, sum er støðisárið. Útlátið í 2012 var á leið miðal av útlátinum seinastu fýra árini. Sí mynd niðanfyri.


Mynd 1 Gongdin í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum tíðarskeiðið 2005-2012, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan vísir málið, sum er 20% undir útlátið í 2005.


Upphiting
Tá tað kemur til málið um at fáa nýtsluna av olju til upphiting av húsum og bygningum niður í eina helvt innan 2020, hevur samlað sæð gingið rættan veg, men enn restar væl í, áðrenn komið er á mál. Í 2012 var nýtslan av olju til upphiting 17% minni enn í 2005. Kalda veðrið í 2010 var høvuðsorsøk til lutfalsliga stóra útlátið í 2010. Oljunýtslan hjá húsarhaldum, handlum og stovnum má minka meira enn 30% næstu 8 árini fyri at røkka málinum.

Mynd 2 Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi frá upphiting árini 2005-2012, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan vísir málið, sum er 50% undir útlátið í 2005.


Elframleiðsla
Árini 2005-2007 stavaði 45% av elframleiðsluni frá vatni og vindi. Seinastu fýra árini frá 2008 til 2012 hevur úti við 40% av elframleiðsluni stavað frá varandi orkukeldum, tó undantikið í 2010, tá einans á leið 30% stavaði frá varandi orkukeldum (í 2010 var óvanliga lítið avfall og lítið av vindi, hetta saman við óhappum og nógvum viðlíkahaldsarbeiði, hevði við sær metstóra framleiðslu og oljunýtslu á termisku verkunum hjá SEV).


Mynd 3 Gongdin í partinum av elframleiðsluni, ið stavar frá varandi orku tíðarskeiðið 2005-2012, roknað sum munur í prosentum í mun til støðisárið 2005.

Les meira….

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.