Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Veðurlagspolitikkurin – uppgerð fyri 2010

Nýggja uppgerðin yvir útlát av vakstrarhúsgassi gevur høvi at tríva í nøkur av málunum, sum vórðu sett í almenna veðurlagspolitikkinum í 2009 og staðfesta, hvussu støðan er.

Í mun til at náa yvirskipaða málið um at minka samlaða útlátið við 20% innan 2020, kann staðfestast, at útlátið av vakstrarhúsgassi í 2010 var 4% lægri enn tað var í støðisárinum 2005. Eftir at útlátið minkaði tvey ár á rað, vísti 2010 uppgerðin eina munandi øking í útlátinum. Sí mynd niðanfyri.


Mynd 1 Gongdin í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum tíðarskeiðið 2005-2010, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan vísir málið, sum er 20% undir útlátið í 2005. Útlendsk fiskiskip eru ikki íroknað.


Upphiting
Tá tað kemur til málið um at fáa nýtsluna av olju til upphiting niður í eina helvt innan 2020, hevur samlað sæð gingið rættan veg, men enn restar nógv í, áðrenn komið er á mál. Kalda veðrið í 2010 var høvuðsorsøk til lutfalsliga stóra útláti í fjør. Oljunýtslan hjá húsarhaldum, handlum og stovnum má minkað heili 40% næstu 10 árini um málið skal røkkast.

Mynd 2 Gongdin í útlátið av vakstrarhúsgassi frá upphiting árini 2005-2010, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan vísir málið, sum er 50% undir útlátið í 2005.


Elframleiðsla
Seinnu árini er alt meira olja brúkt til at framleiða streym, ikki minst í 2010. Staðfestast kann at lutfalsliga minni partur av streyminum verður framleiddur úr varandi orkukeldum. Sostatt gerst útlátið av vakstrarhúsgassi eisini størri, sí mynd niðanfyri. Av tí at elframleiðslan í 2010 var nógv darvað av trupulleikum við framleiðslukervinum, er sannlíkt, at størri partur av elframleiðsluni fer at verða framleiddur úr varandi orku komandi árini.


Mynd 3 Gongdin í partinum av elframleiðsluni, ið stavar frá varandi orkukeldum tíðarskeiðið 2005-2010, roknað sum munur í prosentum í mun til støðisárið 2005.

Les meira….

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.