Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Veðurlagspolitikkur og útlát

Sum heild ganga tølini rættan veg í mun til málini í veðurlagspolitikkinum: útlátið av vakstrarhúsgassi er minkað og minni av olju verður brúkt til upphiting. Hinvegin verður meiri olja brúkt til at framleiða streym.

Av tí at sølan av brennievni til fiskiskip hevur verið í minking seinastu tvey árini, er útlátið av vakstrarhúsgassi eisini minkað samsvarandi. Í 2009 varð samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi heili 12% minni enn í 2005. Fallandi virksemi í fiskivinnuni hevur ivaleyst neiligar avleiðingar við sær, men um tølini einans verða sædd í mun til málini í Veðurlagspolitikkinum fyri Føroyar um at minka útlátið við 20%’um í mun til 2005 áðrenn 2020, so ganga tølini rættan veg. 

Mynd 1 Gongdin í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum tíðarskeiðið 2005-2009, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan vísir málið, sum er 20% undir útlátið í 2005.
 

Skip og flogfør
Sambært veðurlagspolitikkinum skulu reiðarar seta sær sum mál at fremja orkuoptimering og brúka orkusparandi loysnir fyri at tryggja kappingarføri í fiskivinnuni. Framtíðar fiskivinnupolitikkur skal stuðla undir slíka menning. 

Mynd 2 Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi frá skipum og flogførum, árini 2005-2009, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005.

Útlátið av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum og flogførum var 30% minni í 2009, enn tað var í 2005. Høvuðsorsøkin er minni fiskiveiða. Útlátið frá flogførum var ein knappan fjórðing lægri enn tað var í 2005.


Minni av olju verður brúkt til upphiting
Síðani 2005 er minni av olju brúkt til upphiting, so eisini her gongur rættan veg í mun til settu málini í veðurlagspolitikkinum. Tá minni av olju verður brúkt, minkar útlátið av vakstrarhúsgassi samsvarandi. Hetta sæst aftur í hagtølunum, tí útlátið av vakstrarhúsgassi, sum stavar frá upphiting av sethúsum, handlum og stovnum var 15% lægri í 2009 enn í 2005. Orsøkin til stóra fallið í oljunýtsluni í 2008 og serliga í 2009 er, at rættiliga nógv húsarhald fingið hitapumpu hesi árini og at tað var lutfalsliga lýtt, bæði í 2008 og 2009. 

Mynd 3 Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi í sambandi við upphiting av sethúsum, handlum og stovnum árini 2005-2009, víst sum prosent í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan vísir málið, ið veðurlagspolitikkinum, sum er 50% undir útlátið í 2005

Gongur skeivan veg við varandi orkuni
Fyri at fylgja við hvussu tað gongur at røkka málinum um, at 75% av elframleiðsluni skulu stava frá varandi orkukeldum, er hugt at býtinum millum tær tríggjar orkukeldurnar: olja, vatn og vindur, sum verða brúktar til elframleiðslu í Føroyum.

Mynd 4 (til vinstru) vísir elframleiðsluna (mió. kWh) árini 2005-2009 og hvussu stórur partur av framleiðsluni er grundaður á tær tríggjar orkukeldurnar. Mynd 4 (til høgru) vísir hvussu stórur prosentpartur av samlaðu elframleiðsluni stavar frá varandi orkukeldum. Í 2005-2007 var 45% av elframleiðsluni gjørdur við vatni og vindi. Í 2008 og 2009 fall hetta talið til 39%. 

Mynd 4 Elframleiðslan í Føroyum 2005-2009. Myndin til vinstru vísir samlaðu elframleiðsluna í Føroyum og í hvønn mun olja, vatn- og vindorka verða brúkt í framleiðsluni. Myndin til høgru vísir, hvussu stórur prosentpartur av samlaðu elframleiðsluni stavar frá varandi orkukeldum (vatn- og vindorku).

Økta  nýtslan av olju skyldast partvíst ein øktan tørv á el, men eisini at minni var til av varandi orku, t.d. var lítið avfall í 2008.

Fyrsta uppgerð
Hetta er fyrstu ferð Umhvørvisstovan hevur skipað hagtølini  í mun til málini í Veðurlagspolitikkinum fyri Føroyar, sum varð einmælt samtyktur í Løgtinginum fyri einum góðum ári síðani.
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 232442. Spurningar um uppgerðirnar av vakstrarhúsgassi skula stílast til Umhvørvisstovuna, meðan spurningar til Veðurlagspolitikkin skula stílast til Innlendismálaráðið.