Umhvørvisgóðkenning fyri virksemi hjá Sp/f Eldjarn á Skála
Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan 2. desember 2024, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum hevur góðkent:
At Sp/f Eldjarn, Skálavegur 180, 480 Skála, fær umhvørvisgóðkenning til at goyma og handfara jarn og metal á matr. nr. 258 á Skála.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og her
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 30. desember 2024 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo.
Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna víðari til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.