Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vaskaríið á Skála góðkent

Hin 14. oktober 2010 varð vaskaríið SP/F Tváttur á Skála umhvørvisgóðkent.

Vaskaríið SP/F Tváttur á Skála hevur fingið umhvørvisgóðkenning. Sp/f Tváttur er annað vinnuliga vaskaríið í Føroyum, ið fær slíka góðkenning.
Virkið væntar at vaska umleið 700-800 kg av klæðum um vikuna. Arbeiðsgongdin er tann, at klæðir, ið verða heintað hjá kundanum verða skild og vátreinsað. Klæðir, ið verða nýtt innan matframleiðslu, m.a. frá fiskavirkjum, verða eisini sóttreinsað. Síðani verða klæðini turkað, pressað/strokin, løgd saman og koyrd út aftur til kundan.
Fyri at minka um árin á umhvørvið, er tað ein treyt í umhvørvisgóðkenningini, at virkið skal nýta umhvørvisvinalig vaskievni.
 

Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her

Almenna lýsingin av góðkenningini hjá Tvátti er her

Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.

Góðkenningin kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 12. november 2010.
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Heidi Hansen, Umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo