Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vaskarí í Ánunum góðkent

Vaskaríið Teistatangi í Ánunum verður nú umhvørvisgóðkent. Teistatangi er fyrsta vinnuliga vaskaríið í Føroyum, ið fær slíka góðkenning.

Vaskaríið fer at vaska, vátreinsa, plettreinsa og turka dúkar, dýnur, pútur, smáteppir og brúðarkjólar. Arbeiðsgongdin verður tann, at eftir at kundin hevur latið klæðini inn, verða tey fyrst skild, síðani plettreinsaði, vaskaði ella vátreinsaði, síðani turkaði og at enda pakkaði og latin kundanum aftur.

Vinnuliga rikin vaskarí eru nevnd í listanum yvir virkir, sum sambært kapitli 5 í umhvørvisverndarlógini skulu hava umhvørvisgóðkenning. Tann dálking, sum kann standast av hesum virkseminum er tó sera avmarkað, og tí eru treytirnar í góðkenningini ikki so nógvar. Fyri at minka um árin á umhvørvi, er treyt sett um, at virkið skal nýta umhvørvisvinalig vaskievni.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her.

Almenna lýsingin er her.

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.

Tey, ið hava kærurætt kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mánadagin 14. juni 2010.

Nærri fæst at vita við at ringja til Eyð Eidesgaard, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo