Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vaska tær væl, áðrenn tú loypur útí

Skeiðshaldarar vísa um dagarnar á, at størsta dálkingarkeldan í svimjihyljum eru svimjandi gestirnir. Tískil er altavgerandi at fólk vaska sær væl, áðrenn tey leypa útí.

Nøgdin av dálkandi evnum, sum kemur frá fólki sum svimja, er ikki smávegis. Talan er um bæði húð, hár, feitt, bakteriur, virus, parasittar, land, skarn, dust, klædnatrevjar, plástur, tyggigummi og annað. Við at vaska sær væl áðrenn ein fer at svimja, verður dálkingin frá tí einstaka  avmarkað munandi.

Góð skeiðsluttøka
Í hesum døgum skipa Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Umhvørvisstovan, saman við Teknologisk Institut, fyri skeiðum í svimjihylsrøkt. Á skeiðinum, sum eru fullteknað, verður serligur dentur lagdur á  reinsing av vatni í svimjihyljum.

Ein svimjihøll er annað enn svimjihyljar, og í kjallarunum eru m.a. sandfiltur og kolfiltur, sum reinsa vatnið. Harafturat verða kemisk evni tilsett vatnið fyri at varðveita eina góða vatngóðsku. Tí er tað sera umráðandi , at ábyrgdarhavandi í svimjihallum, hava neyðuga  og dagførdan kunnleika til viðgerð og reinsing av vatninum.

Her kan tú lesa meira um svimjihylar

Vilt tú hava meiri at vita kanst tú seta teg í samband við Rikke Berg Larsen, deildarleiðara á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á telefon 55 64 65 ella Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni á telefon 23 24 42.