Vaska tær væl, áðrenn tú loypir í hylin
Tað er umráðandi at vaska sær væl, áðrenn farið verður í svimjihylin. Fólk, sum ikki vaska sær, dálka vatnið 10 ferðir so illa sum tey, ið vaska sær.
Í síðstu viku skipaði Umhvørvisstovan saman við Teknologisk Institut í Danmark fyri skeiði í svimjihylstøkni. Endamálið við skeiðinum var at útbúgva tey, ið hava ábyrgd av svimjihyljum, um tøkni, røkt og viðlíkahald av reinsiskipanum fyri at tryggja, at góðskan á svimjihylsvatninum altíð er nøktandi, soleiðis at heilsan hjá teimum, sum svimja, ikki kemur í vanda. Skeiðið bleiv hildið á Østrøm í Havn.
Á skeiðnum kom fram, at størsta dálkingarkeldan í svimjihylinum eru svimjandi gestirnir. Tá vit svimja, fara hár, bakteriur, virus og annað frá okkum út í vatnið, og ávirka harvið vatngóðskuna. Við at vaska sær væl áðrenn ein fer at svimja, verður dálkingin frá tí einstaka avmarkað munandi. Sum dømi varð nevnt, at tey, ið ikki vaska sær, dálka vatnið 10 ferðir so illa sum tey, sum vaskað sær áðrenn tey fara í hylin.
Ein svimjihøll er annað enn svimjihyljar. Í kjallarunum eru m.a. sandfiltur og kolfiltur, sum reinsa vatnið. Harafturat verða kemisk evni tilsett fyri at varðveita eina góða vatngóðsku. Tí er tað sera umráðandi, at ábyrgdarhavandi á svimjihallum hava neyðugan og dagførdan kunnleika til viðgerð og reinsing av vatninum.
Næstan allir svimjihyljar í landinum vóru umboðaðir á skeiðinum, og fegnast Umhvørvisstovan um tað góðu luttøkuna.
Les um góðskukrøv til svimjihyljar her
Ein partur av skeiðnum fór fram í svimjihøllini á Argja skúla. Har sluppu luttakararnir at royna ymiska útgerð til at máta vatngóðsku.
Luttakararnir royndu eisini at gera eina litroynd, har man við at koyra lit í vatnið, kann kanna um vatnútskifti í hylinum er nøktandi.
Nærri fæst at vita við at ringja til Heidi Mortensen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo