Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vár í Ólastovu Árnastein sveinabræv sum gartnari

Mikudagin 31. august 2011 var hátíðarløta hildin á Gróðurstøðini í Miðhoydølum at heiðra Vár í Ólastovu Árnastein, ið fekk handað sveinabræv sum gartnari.

Gróðurstøðin er partur av virkseminum á deildini Viðarvøkstur og frílendi undir Umhvørvisstovuni.

Tann 14. mai 2007 varð lærusáttmáli undirskrivaður millum Vár og Skógrøkt landsins um, at Vár skuldi koma í læru til gartnara í plantualing. Talan var um eina av teimum seinastu størru, formligu bindingunum, ið táverandi Skógrøktin gjørdi, áðrenn stovnurin stutt eftir varð niðurlagdur, og virksemið gjørdist partur av Umhvørvisstovuni tann 1. juni 2007. Yrkisdepilin góðkendi lærusáttmálan, og lærutíðin varð sett at vara 3 ár og 8 mánaðir. Skúlagongdin í lærutíðini hevur verið í Danmark á Roskilde Tekniske Skole – Vilvorde, har Vár hevur verið íalt 4 ferðir á skúlaskeiði, sum hvørt varar millum 2 og 3 mánaðir. Lærumeistari hevur verið Rakul Dam Lindberg, røktarleiðari á Gróðurstøðini, og meðan Rakul var í barnsburðarfarloyvi, røkti Beinta Lamhauge, røktari, uppgávuna sum lærumeistari. Av tí at Vár sjálv for í barnsburðarfarloyvi, góðkendi Yrkisdepilin í november 2010, at lærusáttmálin varð broyttur til at enda 31. august 2011. Sveinaroyndin á Vilvorde var ein uppgáva sum lýsir træslagið Sorbus mougeotii, ið á føroyskum verður kallað Alpuroynir. Fyri sveinaroyndina fekk Vár karakterin 10 (eftir nýggja karakterstiganum), ið verður latin fyri “den fortrinlige præstation”. Sveinabrævið sum gartnari gevur eisini møguleikar fyri víðari lærdómi, m.a. til jarðarbrúkstøkning o.a. miðallangar útbúgvingar.

Vár í Ólastovu Árnastein er hin 5. persónurin, ið fær yrkisprógv innan “grøna fakøkið” við formligum støði í lærutíð og lærdómi hjá Viðarvøkstri og frílendi, síðan Skógrøktin í 1990-árunum fekk góðkenning sum útbúgvingarstað til skógar- og gartnarayrkið. Ein felagsnevnari í hesum førum hevur m.a. verið, at karakterirnir og skotsmálini, ið tey hava fingið á útlendsku yrkisskúlunum, hava verið ógvuliga góðir. So tó at grøna fakøkið er lítið í vavi og á mangan hátt avmarkað í Føroyum, mett við grøna fakið inni á meginlandinum, so er innihaldið í arbeiðinum tó ógvuliga viðkomandi, fjølbroytt og læruríkt. Grøna fakøkið hevur verið í stórari menning í føroyska samfelagnum seinastu uml. 30 árini, og onki er, ið týðir uppá, at áhugin fyri tí grøna, og fyri vøkstri, fríøkjum o.tíl., fer at minka ella hvørva aftur í føroyska samfelagnum. Heldur tvørturímóti.
Nærri kunning fæst við at venda sær til landsskógarvørðin, Trónd Leivsson, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.