Valnevndin kannar valevnislistarnar
Valnevndin sat ígjár á Umhvørvisstovuni saman við starvsfólkum á landsfólkayvirlitinum og eftirkannaði valevnislistarnar
Freistin at lata inn valevnislistarnar hjá politisku flokkunum var úti í gjár kl. 18.00. Valnevndin hevði leitað sær á Umhvørvisstovuna fyri at eftirkannað valevnislistarnar. Valevnini skuldu kannast og eisini uppstillararnir.
Malan Johansen, forkvinna í Valnevndini lat væl at arbeiðinum, sum gekk skjótt og gott.
Á myndini síggjast limirnir í valnevndini, júst sessaðir til arbeiðis.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, Ivan Klein Olsen, á telefon 342400 ella við at senda okkum ein teldupost á us@us.fo