Vallistar úr nýggjari skrá
Í dag sendir Umhvørvisstovan fyri fyrstu ferð út vallistar til kommunurnar úr nýggju fólkayvirlitsskipanini
Ein vallisti er ein listi yvir veljarar, ið hava fastan bústað í einstøku kommununum. Vallistarnir verða gjørdir, tá ið val er útskrivað, við landsfólkayvirlitinum sum grundarlag. Á vallistan verða skrivaðir teir persónar, sum valdagin lúka aldurstreytina og aðrar treytir fyri valrætti. Ein serstakur vallisti verður harumframt gjørdur við teimum lesandi uttanlands, sum hava valrætt til løgtingið.
Umhvørvisstovan, ið umsitur landsfólkayvirlitið, hevur ment eina nýggja fólkayvirlitsskrá. Tað er úr henni, sum vallistarnir nú verða tiknir úr á fyrsta sinni.
Vallistarnir verða síðani sendir kommununum, sum leggja teir fram fyri almenningin.