Valkortini koma við postinum í morgin
Í gjár avgreiddi Umhvørvisstovan vallistarnar og í dag verða valkortini send.
Tey sum fáa valkort hesaferð fara at síggja eina broyting og tað er, at hesaferð hava støðini, har atkvøðugreiðslan fer fram fingið adressur. Fyrr stóð ofta at valið fór fram ”á vanliga staðnum”, men nú alt landið hevur fingið adressur, eru hesar komnar við á valkortið.
Í mun til fólkatingsvalið herfyri, eru nøkur valstøð broytt:
Í Klaksvík verður valt í skúlanum við Ósánna
Í Árnafirði verður valt í kappróðrarneystinum
Á Sandi verður valt á kommunuskrivstovuni
Øll velja í síni egnu kommunu uttan fólk á Válinum, sum hoyra til Kvívíkar kommunu, sum velja í Vestmanna kommunu. Eitt fullfíggjað yvirlit yvir øll valstøð kann síggjast her:
Býur/Bygd | Valið fer fram | Vegur | Húsanr. |
Argir | í róðrarneystinum á Argjum | Argjavegur | 4 |
Árnafjørður | í kappróðrarneystinum | Í Urðini | 9 |
Bøur | í skúlanum í Bø | Dávabreyt | 9 |
Dalur | í Eiriksgarði | Dalsvegur | 1 |
Eiði | í fimleikahøllini á Eiði | Kolsvegur | 8 |
Elduvík | í skúlanum í Elduvík | Bakkavegur | 13 |
Fámjin | í skúlanum í Fámjin | Traðavegur | 15 |
Fuglafjørður | í býráðssalinum | Ennivegur | 38 |
Funningsfjørður | í skúlanum í Funningsfirði | á Flat | 13 |
Funningur | í skúlanum í Funningi | Kirkjugøta | 2 |
Gásadalur | í skúlanum í Gásadali | Tøðutún | 10 |
Gjógv | í skúlanum við Gjógv | Oman á Bakka | 13 |
Gøtugjógv | í 1974-skúlanum í Gøtugjógv | við Gjónna | 4 |
Haldórsvík | í skúlanum í Haldórsvík | Skúlavegur | 2 |
Haraldssund | á vanliga staðnum | Bakkavegur | 7 |
Hattarvík | í skúlanum | Millum Húsa | 11 |
Hellurnar | í Bønhúsinum á Hellunum | Rættarvegur | 25 |
Hestur | í bygdastovuni í Hesti | Reynið | 6 |
Hósvík | í skúlanum í Hósvík | Vørðuvegur | 5 |
Hov | á kommunuskrivstovuni | Stapavegur | 4 |
Húsar | í skúlanum | Heimigarður | 17 |
Húsavík | í skúlanum | Skúlavegur | 3 |
Hvalba | á vanliga staðnum | Norðbergsvegur | 16 |
Hvalvík | skúlanum í Hvalvík | Skúlavegur | 1 |
Kaldbak | í skúlanum í Kaldbak | Krossgøta | 13 |
Kirkja | í skúlanum | Í Túni | 2 |
Klaksvík | í skúlanum við Ósánna | Skúlavegur | 5 |
Kollafjørður | í skótahúsinum í Kollafirði | Botnavegur | 3 |
Kunoy | á vanliga staðnum | Kunoyargøta | 5 |
Kvívík | í Kvívíkar skúla | Frammi í Gerði | 6 |
Leirvík | í Leirvíkar skúla | á Bakka | 10 |
Lopra | í bygdarhúsinum í Lopra | Vesturgøta | 10 |
Mikladalur | í skúlanum í Mikladali | Í Túninum | 4 |
Mykines | í skúlanum í Mykinesi | Túalsvegur | 8 |
Nólsoy | í Ungmannafelagshúsinum | á Mýruni | 8 |
Norðdepil | í skúlanum á Fossanesi | Fossávegur | 27 |
Oyndarfjørður | í skúlanum í Oyndarfirði | Fløtuvegur | 1 |
Oyrarbakki | í Eyðnuni á Oyrarbakka | Hólmagøta | 1 |
Porkeri | á vanliga staðnum | Gjørðabrekka | 10 |
Runavík | í ítróttarhøllini í Runavík | Mýravegur | 12 |
Sandavágur | í ítróttarhøllini á Giljanesi | á Giljanesi | 4 |
Sandur | á kommunuskrivstovuni | Mørkin Mikla | 3 |
Sandvík | á vanliga staðnum | Hálagøta | 2 |
Skála | í pensionistahúsinum á Skála | Skálavegur | 148 |
Skálabotnur | í skúlanum í Skálabotni | Mýruvegur | 1 |
Skálavík | á Keldu | Mýrigarður | 6 |
Skopun | á kommunukontórinum | Skúlavegur | 5 |
Skúvoy | í skúlanum | Skúlavegur | 6 |
Sørvágur | í skúlanum í Sørvági | Skúlavegur | 13 |
Strendur | í Bygdahúsinum á Strondum | Fløtuvegur | 90 |
Sumba | á kommunuskrivstovuni í Sumba | Í Kerinum | 27 |
Svínoy | í skúlanum | Kirkjugøta | 4 |
Tjørnuvík | í skúlanum í Tjørnuvík | Teigagøta | 1 |
Toftir | á býráðskrivstovuni | Toftavegur | 3 |
Tórshavn | í ítróttarhøllini á Hálsi | Hallarheygur | 4 |
Trongisvágur | í skúlanum í Trongisvági | Smærugøta | 7 |
Vágur | í Vágs skúla | Vágsvegur | 32 |
Velbastaður | í skúlanum á Velbastað | Norðuri á Heyggi | 19 |
Vestmanna | í ítróttarhøllini í Vestmanna | Hallarvegur | 16 |
Viðareiði | í skúlanum | Heygavegur | 7 |
Umhvørvisstovan umsitur landsfólkayvirlitið, sum er grundarlagið undir vallistum og valkortum. Landsfólkayvirlitið hevur júst fingið eina nýggja skipan, sum fyri fyrstu ferð verður nýtt til at gera valkort og vallistar. Skipanin er ment av Elektron, og hon hevur virkað avbera væl sigur Ivan Klein Olsen, sum umsitir landsfólkayvirlitið.