Valkortini eisini mánakvøldið
Seinastu valkortini koma við postinum mánakvøldið 10. oktober
Umhvørvisstovan boðaði frá, at valkortini vórðu send ígjár, men hetta kann geva grund til misskiljingar. Tað merkir ikki at øll fólk kunnu vænta sær at fáa valkortið áðrenn vikuskiftið.
Av tí at talan er um so nógv valkort verður Posta ikki liðugt við at bera valkortini út til allar føroyingar, fyrrenn mánakvøldið 10. oktober.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhann Lützen, kunnigar- og viðskiftasamskipara á Umhvørvisstovuni, á telefon 342409 ella við at senda okkum ein teldupost á johannl@us.fo