Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vaksandi áhugi fyri eigaraíbúðum

Lendi á Umhvørvisstovuni fær alt fleiri umsóknir frá feløgum og fólki, um at fáa loyvi at gera eigaraíbúðir. Men tí at reglurnar eru rættiliga strangar, er neyðugt at geva nógv noktandi svar

Tá ið farið verður undir at gera eigaraíbúðir, er neyðugt at taka avgerðina áðrenn spakin verður settur í. Lógin um eigaraíbúðir er frá 3. apríl 1970 og er rættiliga avmarkandi, tí hon staðfestir, at tað eru bara hús sum er bygd til endamálið og bygd aftaná lógin kom, sum kunnu býtast sundur í eigaraíbúðir.

Noyðast at geva noktandi svar
Avmarkandi lóggávan hevur við sær, at Lendi á hvørjum ári noyðist at geva fleiri noktandi svar. Higartil í ár eru um 10 umsóknir komnar, um loyvi at býta hús sundur í eigaraíbúðir, harav helvtin fær noktandi svar. Áhugin tykist at vera vaksandi, tí at fleiri umsóknir eru komnar í ár enn undanfarin ár.

Sum eitt dømi kann nevnast at Umhvørvisstovan hevur fingið fleiri fyrispurningar frá privatum byggiharrum, um loyvi fæst at luta íbúðarbygningarnar á Landssjúkrahúsinum sundur í eigaraíbúðir. Men sum lóggávan er í løtuni, letur tað seg ikki gera.

Noktandi svar um sundurbýting í eigaraíbúðir, kann kærast til landsstýrismannin í Innlendismálum.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar hesum viðvíkjandi, er tú vælkomin at seta teg í samband við Bjarna Hansen á deildini Lendi á Umhvørvisstovuni, telefon 342400.