Vágsverkið umhvørvisgóðkent
Umhvørvisstovan hevur hin 2. juli 2012 umhvørvisgóðkent elverkið í Vági.
Elverkið hjá SEV í Vági hevur hin 2. juli 2012 fingið umhvørvisgóðkenning. Elverkið er upprunaliga bygt í 1982, og í 2003 bleiv verkið víðkað við einum nýggjum generatorverki. Verkið hevur tríggjar motorar, sum brenna tungolju. Á verkinum eru tveir goymslutangar til tungolju, og rúma teir tilsamans knappar 5.000 m3. Samlaði framleiðslumátturin á verkinum er góðar 9 MW og stóð verkið fyri góðum 7 % av samlaðu elframleiðsluni hjá SEV í 2011.
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, at besta tøka tøknin (BAT) verður brúkt, og at virkið hevur innaneftirlit.
Treytir eru m.a. settar til, at verkið skal hava greiðar niðurskrivaðar mannagongdir fyri innskipan av olju og fyri oljuflutning millum tangar fyri at fyribyrgja, at olja rennur yvir, og fer út í umhvørvið. Eisini er krav um eina tilbúgving fyri at basa dálking, um óhapp skuldu hent.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi hósdagin 2. august 2012.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo