Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Vágs kommuna meldað

Umhvørvisstovan hevur í dag meldað Vágs kommunu fyri ólógliga bálbrenning á Eiðinum í Vági

Vágs kommuna hevur tikið eini hús niður og síðan brent tey á báli á Eiðinum í Vági. Umhvørvisstovan hevur í dag tosað við Vágs kommunu, sum játtar at tað er kommunan sum hevur staðið fyri bálbrenningini.

Hetta er greitt brot á § 12, stk. 1 í kunngerð um burturkast, sum hevur heimild í umhvørvisverndarlógini.

Umhvørvisstovan heldur ólógligu bálbrenningina verða sera óhepna, tí tað er kommunan sjálv, sum er eftirlitsmyndugleiki.

Umhvørvisstovan hevur latið Føroya Landfúta málið til víðari avgreiðslu.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.