Væl vitjaður útskiftingarfundur
Umleið 50 fólk møttu á útskiftingarfundinum á Strondum týskvøldið, har virðismetingin av jørðini varð løgd fram.
Umleið 50 fólk møttu á útskiftingarfundinum á Strondum týskvøldið 18.des., har virðismetingin av jørðini varð løgd fram.
Strandingar eru spentir uppá innangarðsútskiftingina av bygdini. Hetta merktist á øllum brøgdum á væl vitjaða útskiftingarfundinum í Stranda Bio, har virðismetingin (boniteringin) av jørðini varð alment framløgd. Virðismetingin er sera týdningarmikil í sambandi við útskiftingina, tí hon ásetur, hvussu stóran lut í jørðini hvør einstakur eigari eigur.
Á fundinum nýtti Petur Nielsen, útskiftingarformaður, høvið til at greiða frá teim formligu treytunum kring útskiftingina. Jarðareigararnir hava nú høvi til at kunna seg um virðismetingina á kommunuskrivstovuni á Strondum og á Umhvørvisstovuni. Og sum nakað nýtt er eisini møguligt at síggja virðismetingina á kortal.fo
Eigararnir hava nú freist til 15. januar 2013 at senda Umhvørvisstovuni viðmerkingar til virðismetingina, sum síðan verður staðfest av útskiftingarnevndini. Tá útskiftingarnevndin hevur tikið avgerð um virðismetingina, hava eigararnir eina freist á 3 mánaðir, har virðismetingin kann kærast til yvirútskiftingarnevndina.
Petur Nielsen, útskiftingarformaður, leggur áherðslu á, at jarðareigarnir longu nú kunnu koma við ynskjum um, hvar í bygdini teir ynskja, at jørð teirra verður løgd eftir útskiftingina. Somuleiðis eru allar viðmerkingar til virðismetingina vælkomnar fram til 15. januar 2013.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá útskiftingarfundinum.
www.kortal.fo
leiðbeining til kortal.fo