Útstykking av vinnuøkjum í Hoyvík
Fyrsta byggistig av vinnuøkinum við Karlamagnusarbreyt er nú matrikulerað

Sundurbýti av fyrstu 23 grundstykkjunum við Karlamagnusarbreyt, komandi miðstaðargøtuna í Hoyvík, varð 1. juli góðkent og avgreitt av Umhvørvisstovuni.
Stykkini eru ymisk til víddar, tað minsta 117 m2 og tað størsta 1.537m2. Millum grundstykkini eru felagsøkir, 18 í tali, við eini samlaðari vídd upp á knappar 7 tús. m2.
Í alt fevnir vinnuøkið um góðar 2 Ha ella 20 tús. m2. Harumframt kemur vegøki, sum er góðar 4 tús. m2.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Henrik Johansson, landmátara á Umhvørvisstovuni, telefon 34 24 00 ella henrikj@us.fo