Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Útskiftingin á Strondum – tilfar

Nógv fólk var á fundi, tá fyribilsplanurin varð lagdur fram.

Mikukvøldið 15. apríl varð fyribilsplanur lagdur fram í bygdarhúsinum á Strondum.

O.u. 100 fólk møttu á fundi, og fngu tey høvi at kunna seg við gongdina við útskiftingararbeiðinum og so at hyggja nærri at, hvussu júst teirra jørð verður skipað eftir útskiftingina, stendur uppskotið við óbroytt.

Eigararnir hava nú hetta til 31. mai at gera viðmerkingar til fyribilsplanin.

Viðmerkingar skulu vera skrivligar og sendast útskiftingarnevndini, sum heldur til á Umhvørvisstovuni: Postboks 2048, 165 Argir ella umvegis teldupost us@us.fo.

Tilfarið, sum lagt varð fram á fundinum, fæst her niðanfyri, og er eisini tøkt á Umhvørvisstovuni og á kommununi.
Fyribilsplanur
Gerðabók
eigaralisti, matr. nr.
eigaralisti, navn
ognartøkulistar, matr.nr
ognartøkulistar, navn
            
Hentast er at taka tilfarið niður á egna teldu, um tú skalt arbeiða við tí.
aðrar leinkjur:
annað tilfar frá útskiftingini á Strondum
annað tilfar um útskifting
 
Nærri fæst at vita við at venda sær til útskiftingarmenninar á Umhvørvisstovuni, 342400 ella us@us.fo.