Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Útskiftingarætlan fyri Hests bygd løgd fram.

Á fundi í bygdarhúsinum í Hesti mikudagin 14. sept. 2011 legði útskiftingarnevndin fyri Hests bygd fram útskiftingarætlan fyri bygdina. Eigararnir kunnu hetta fram til mánaðarskiftið gera viðmerkingar til komandi ognarskipanina.

Á fundi í bygdarhúsinum í Hesti mikudagin 14. sept. 2011 legði útskiftingarnevndin fyri Hests bygd fram útskiftingarætlan fyri bygdina.
 
Ætlanin er grundað á viðgerð av ynskjum og viðmerkingum hjá eigarunum og kommunala ognartøkuætlan eftir §22 í útskiftingarlógini. Ognarfelagsskapir eru upploystir og jørðin hjá tí einstaka eigaranum savnað.
 
Skjøl, sum vísa útskiftingarætlanina og yvirlit yvir ognartøkuna, vórðu latin eigarunum á fundinum. Skjølini eru til skjals í bygdini, og tey síggjast eisini her á heimasíðuni.
 
Freistin at gera viðmerkingar til framløgdu ætlanirnar er 30. sept. 2011. Viðmerkingarnar skulu stílast til Útskiftingarnevndina fyri Hests bygd, c/o Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, Postboks 2048, 160 Argir.
 

Nærri fæst at vita við at venda sær til Umhvørvisstovuna og spyrja eftir Peturi Nielsen, útskiftingarformanni (peturn@us.fo), ella Jógvani Frýdal, útskiftingarmanni (jogvanf@us.fo).