Útskifting við Gjógv liðug
Úrskurður er gjørdur í útskiftingini av hagapartinum Fyri oman Rætt við Gjógv
Útskiftingarnevndin gjørdi á fundi 27. mai 2009 úrskurð í máli um býti av 5 marka haganum Fyri oman Rætt, matr. nr. 229 við Gjógv. Úrskurðurin varð kunngjørdur eigarunum á fundi í bygdarhúsinum.
Hagin verður býttur í 3 marka hagan Ambadal og 2 marka hagan Fjallið.
Býtið verður lýst á korti, sum sæst her á heimasíðuni, har eisini annað tilfar viðvíkjandi útskiftingini er.
Útskiftingin er latin til ákæru, og er kærufreistin 27. aug. 2009. Skjøl, sum lýsa úrskurðin liggja frammi hjá kommununi og á Umhvørvisstovuni til kærufreistin er úti. Skjølini eru eisini send eigarunum í postinum.
Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen, útskiftingarformann, á tlf 342400 ella umvegis teldupost peturn@us.fo.