Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Útlátið er støðugt ov høgt

Nýggjasta uppgerðin av veðurlagsgassi vísir, at føroyska útlátið í 2007 var umleið 750.000 túsund CO2 tons, sum er áleið 11 prosent hægri enn í 1990. Síðani 2001 hevur útlátið av veðurlagsgassi verið rættiliga støðugt.

Veðurlagsbroytingar eru javnan á dagsskránni hjá fjølmiðlum. Lítið er longur at ivast í, at menniskjaskapta útlátið av veðurlagsgassi er orsøkin til broytingarnar í veðurlagnum. Nýggjastu tølini vísa, at føroyska samfelagið ikki hevur megnað at nærkast høvuðsmálinum við veðurlagssáttmálanum: at minka um útlátið av veðurlagsgassi.

Brenning av olju er høvuðskeldan
Nógv tann størsti parturin – heili 95 prosent – av útlátinum kemur frá at brenna olju. Størsti útlátsbólkurin er framvegis føroyski fiskiflotin við 34 prosentum av útlátinum, meðan húsarhaldini, SEV og akførini standa fyri ávikavist 17, 16 og 13 prosentum av samlaða føroyska útlátinum av veðurlagsgassi. Mynd

Smærri keldur
Tey síðstu fimm prosentini stava frá øðrum virksemi enn brenning av olju. Tvey prosent er útlát frá djórahaldi og landbúnaði annars. Onnur tvey prosent stava frá brenning av burturkasti á brennistøðum. Tað síðsta prosentið er útlát av sokallaðum sterkum veðurlagsgassi, sum verða brúkt í ídnaðinum. Serliga er talan um kølievni. Mynd

Akførini eiga alt størri lut í útlátinum
Hóast samlaða útlátið hevur verið nøkulunda støðugt síðani 2001, hevur býtið millum oljubrúkararnar ikki verið tað sama ár um ár. Seinastu árini eru tað serliga akførini (mynd), og fyri ein part flogfør, sum hava átt ein vaksandi part av samlaða útlátinum, meðan tað fyri aðar bólkar hevur verið eitt sindur upp og niður. Tó kann nevnast, at seinastu tvey árini hevur útlátið frá húsarhaldum verið minni enn undanfarin ár, mynd

Útlátið hevur verið mett ov lágt
Í undanfarnu uppgerð vóru sjey prosent á muni millum støðisárið og 1990. Í hesi nýggju uppgerðini er munurin øktur við 4 prosentum, so hann nú er 11 prosent. Orsøkin er, at Hagstovan er komin fram til, at dieselnýtslan hjá akførum hevur verið eini 7.- 8.000 tons hægri seinni árini enn áður skrásett.

Her finnur tú fleiri myndir við útlátshagtølum

 Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar um útlát og útlátshagtøl er tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon 342400.