Útlátið av vakstrarhúsgassi minkaði í 2024
Føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi minkaði við 6 prosentum í 2024. Minkingin skyldast serliga, at føroysk fiskiskip, ídnaður og elframleiðsla brúktu minni olju enn undanfarna árið. Yvirhøvur var oljunýtslan hjá øllum brúkarabólkum minni í 2024 enn í 2023.

Tá hugt verður at yvirskipaðu gongdini, sæst, at útlátið av vakstrarhúsgassi var rættiliga støðugt millum 2001 og 2016. Síðan vaks útlátið á hvørjum ári millum 2016 og 2021. Árið eftir, í 2022, minkaði samlaða útlátið fyri fyrstu ferð í meira enn tíggju ár. Sum myndin niðanfyri vísir, er henda støðan galdandi uttan mun til, um útlendsk fiskiskip verða tald við ella ikki.
Í 2023 øktist útlátið aftur frá 1,10 mió. tons í 2022 til 1,13 mió. tons CO2-eindir. Í 2024 lækkaði útlátið tó aftur niður í 1,06 mió. tons CO2-eindir, sum svarar til eina minking á 6 prosent. Verða útlendsk fiskiskip ikki tald við, svarar minkingin til á leið 7 prosent.
Mynd: Samlað útlát av vakstrarhúsgassi, við og uttan útlendsk fiskiskip, 2001-2024, í tons av CO2 eindum.
Verður hugt nærri at orsøkunum til, at samlaða útlátið í 2024 var knapt 68 túsund tons CO2-eindir minni enn í 2023, skyldast hetta serliga:
- at føroysk fiskiskip bunkraðu 8 % minni av olju
- at ídnaðurin brúkti 15 % minni av olju
- at SEV brúkti 9 % minni av olju. Elframleiðslan var í størri mun grundað á varandi orku, eisini hóast elframleiðslan øktist við 5 %
- at húsarhaldini brúktu 9 % minni av olju
Yvirhøvur minkaði oljunýtslan, og harvið eisini útlátið av vakstrarhúsgassi, hjá øllum brúkarum.
Myndin niðanfyri vísir gongdina í ymiskum útlátsbólkum, sum brenna olju (og burturkast), árini 1990-2024. Sum nevnt fall oljunýtslan og harvið útlátið hjá øllum brúkarum av olju.
Mynd: Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi hjá brúkarabólkum, sum brenna olju, tíðarskeiðið 1990-2024. Útlendsk fiskiskip eru íroknað.
Tølini stava frá frágreiðingini Útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum, 1990-2024, sum Umhvørvisstovan júst hevur almannakunngjørt. Les alla frágreiðingina her.
Um frágreiðingina
Umhvørvisstovan ger á hvørjum ári upp føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi. Í júst útgivnu frágreiðingini verður tikið saman um uppgerðina fyri tíðarskeiðið 1990-2024. Serliga verður komið inn á, hvørjar keldurnar eru og hvussu nógv hesar útleiða. Síðani verður gongdin í útlátinum av vakstrarhúsgassi frá teimum ymisku keldunum lýst frá 1990 til 2024, og komið verður inn á, hvørjar orsøkirnar eru til broytingarnar í útlátinum.
Til ber at síggja fleiri hagtøl um útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum í vitanargrunninum hjá Umhvørvisstovuni.