Útbygging av vatnorkuni í Vestmanna
SEV ætlar at byggja eina pumpu- og framleiðsluskipan ímillum byrgingina í Heygadali og byrgingina uppi á Mýrunum í Vestmanna. Sambært §16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið.
Útbyggingin fer at gera elframleiðsluna frá vindmyllunum meira støðuga, bæði tá yvirskot og undirskot er av vindi. Skipanin fer at pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali upp í byrgingina á Mýrunum, tá yvirskot er av vindorku. Vatnið á Mýrunum verður síðani leitt í vatnturbinur til framleiðslu av ravmagni. Framleiðslan verður umleið 55 GWh um árið, sum er umleið helvtin av vatnorkuframleiðsluni seinastu árini.
Ein tunnil verður sprongdur frá eystara parti av byrgingini í Heygadali og niðan á Mýrarnar. Pumpu- og framleiðsluverk verður 400 metur inni í einum tilgjørdum helli við síðuna av tunlinum. Byrgingarnar verða ikki broyttar og meira vatn verður ikki leitt til teirra. Tann sjónligi parturin av nýggja verkinum verður ein atkomuportalur í Heygadali, lúkuhús við bæði vøtnini, umframt munnin til ein útlíkningartunnil. Umleið 350.000 m3 av leysum gróti koma burturúr at gera tunnil og verkhelli.
Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri umhvørvið.
Avlopsgrót verður lagt á tvey øki í Heygardali og við Stigsá í 350 metur hædd. Grótrúgvurnar verða lagaðar til lendið og áskot lagt omaná. Um so er, at avtakari fæst til grótið, verður upprunaliga lendið endurskapað.
Meðan verkið verður bygt, verður nakað av ristingum frá spreinging og gangur frá koyring av gróti har nærhendis. Tiltøk verða sett í verk at fyribyrgja aðrari dálking. Tá verkið verður í drift hoyrist einki til tað.
Ávirkan verður á fuglalívið á staðnum í byggitíðini av nógvari ferðslu í økinum, og umframt at grótrúgvurnar fara at taka búøki frá fugli, ið reiðrast í økjunum. Mett verður, at ávirkan á plantur og skordjór er avmarkað, tí ongar plantur vóru á føroyska reyðlistanum og at skordjórini vóru vanlig í Føroyum. Fyri at kanna um fuglalívið er broytt í økjunum, verður fuglateljing gjørd aftur nøkur ár eftir at verkætlanin er liðug.
Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar og almenningur hoyrast. Freistin til hoyringarsvar er 11. apríl 2022. Almenna lýsingin er her