Uppskot um býti av Strandarhaga
Útskiftingarnevndin fyri Strandarhaga hevur gjørt uppskot um býti av haganum.

Útskiftingarnevndin hevur á fundi 20. november 2014 gjørt uppskot til býti av Strandarhaga, matr. nr. 53a, á Strond.
Útskrift úr gerðabók og útskiftingarkort v.m. liggja frammi í Miðluni hjá Klaksvíkar kommunu, á Umhvørvisstovuni og á her á heimasíðuni.
Eigararnir hava freist hetta til ársskiftið at gera viðmerkingar til uppskotið.
Viðmerkingar skulu sendast Umhvørvisstovuni, boks 2048, 165 Argir, ella við telduposti á us@us.fo og skulu stílast til úskiftingarnevndina fyri Strandarhaga.
Í útskiftingarnevndini eru Gudmund Poulsen, Sumba, Heini á Heygum, Vestmanna, og Petur Nielsen.
Útskiftingarætlan
Gerðabók
Tilfar um útskiftingina sæst her, og nærri fæst at vita við at venda sær til Umhvørvisstovuna og spyrja eftir Peturi Nielsen (peturn@us.fo).