Uppskot til kunngerð um taðing er sent til endurhoyringar
Eftir viðgerðina av hoyringssvarunum, ið komu til uppruna uppskotið til kunngerð um taðing, hevur Umhvørvisstovan gjørt nakrar broytingar og tillagingar. Tí verður uppskotið til kunngerð sent til endurhoyringar.
Endamálið við kunngerðini um taðing er at avmarka dálking og ampar frá taðing. Taðingin skal skipast soleiðis, at tøðini verða tikin upp í jørðina, og tí hevur kunngerðin ásetingar um tíðspunkt fyri nær og hvar taðing kann fara fram, eins og ásetingar eru um stødd á brunnum at goyma tøðini í.
Tað er kommunan, sum er myndugleiki, tá tað snýr seg um umhvørvisviðurskifti hjá landbúnaðinum, og verður tað eisini kommunan, ið skal tryggja, at ásetingarnar í kunngerðini um taðing verða fylgdar.
Við grundarlagi í innkomnu hoyringssvarunum eru ávísar broytingar og tillagingar gjørdar í mun til upprunaliga uppskotið. Ein av hesum broytingum er, at bannið ímóti at taða í haga verður broytt til eitt bann ímóti at taða omanfyri 200 metra hædd. Sí her kort, sum vísir, hvar 200 m markið er.
Tú kanst lesa uppskotið til kunngerðina við at trýsta her. Freistin at lata Umhvørvisstovuni viðmerkingar er 11. juli 2011.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo