Uppisjóvarvirkið í Kollafirði umhvørvisgóðkent
Umhvørvisstovan hevur hin 4. februar 2015 endurnýggja umhvørvisgóðkenningina fyri uppisjóvarvirkið hjá P.P. Faroe Pelagic í Kollafirði
Virkið hjá P.P. Faroe Pelagic tekur ímóti heilum uppsjóvarfiski (makreli, sild, svartkjafti, lodnu og gulllaksi) frá skipum við kølitangum og kølibingjum. Virkið kann taka ímóti 1.200 tonsum av ráfiski um samdøgrið.
Á virkinum verður fiskurin arbeiddur undan so hvørt, hann kemur í land, antin hann verður frystur heilur ella skorin til flak. Heilur fiskur ella flak verða pakkað og fryst í blokk.
Í málsviðgerðini er serligur dentur lagdur á at fyribyrgja og avmarka dálking av havi og luft, og at fyribyrgja og avmarka heilsuskaðar og ampar av óljóði, royki, lukti o.ø.
Dentur er lagdur á, at virkið brúkar bestu tøku tøknina til framleiðslu og reinsing av útláti, og at virkið hevur innaneftirlit (umhvørvi) og mannagongdir til at fyribyrgja av óhappum.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi týsdagin 10. mars 2015.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo