Upphøgging og metalgoymsla
Sp/F 12-08-19 hevur fingið umhvørvisgóðkenning at høgga skip upp á Skála og at hava jarngoymslu á Skálafirði.
Umhvørvisstovan hevur hin 10. apríl 2015 veitt smápartafelagnum 12-08-09 umhvørvisgóðkenning til:
• at hava goymslu til gamalt jarn og metal ídnaðarøkinum omanfyri bátahylin í Skálafirði. Tilfarið stavar frá upphøgging av bátum og skipum. Góðkenningin leggur serligan dent á, at virksemið er væl skipað, og at lendið og spillivatnsleiðing eru skipað og gjørd soleiðis, at tey halda dálkandi tilfari aftur. Góðkenningin er her.
• at høgga skip upp við Monteringskaiina í Skála havn. Góðkenningin fevnir um bátar og skip, sum eru styttri enn 50 metrar. Góðkenningin er her.
Treytir til upphøgging
Umframt vanligu treytirnar um óljóð og útlát verður dentur lagdur á, at virksemið verður skipað soleiðis, at tað í minst møguliga mun dálkar bryggjuøkið, havnina og fjørðin , at so nógv tilfar sum gjørligt frá virkseminum verður skilt á staðnum, so tað kann endurnýtast ella endurvinnast, og at burturkast frá upphøggingini verður handfarið, goymt og avskipað so regluliga og skynsamt sum gjørligt.
Ikki loyvt at søkkja bátar og skip
Sambært havumhvørvislógini er ikki loyvt at søkkja bátar og skip. Sambært viðmerkingunum til lógina er søkking bannað bæði sambært London sáttmálanum og OSPAR sáttmálanum.
Virksemi at høgga skip upp kemur undir kap. 5 um løgtingslóg um umhvørvisvernd, og tískil skal hetta virksemið hava umhvørvisgóðkenning.
Almenna lýsingin av góðkenningunum er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenning til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 13. mai 2015.

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Ingvard Fjallstein, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo