Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Ung í arbeiði á Umhvørvisstovuni

Seinastu vikurnar hava fleiri ungfólk havt sín gerandisdag á Gróðurstøðini í Miðhoydølum. Tey eru partur av “Ung í arbeiði” átakinum hjá Tórshavnar kommunu.

Seinastu árini hevur tað verið fastur táttur at nøkur ungfólk starvast hjá Skógrøktini um summarið og í ár hava íalt 12 ungfólk starvast á Gróðurstøðini í Miðhoydølum. Arbeiðið verður skipa í samstarvi við Tórshavnar kommunu.

Partur av arbeiðinum hjá ungdóminum hevur verið at gera stiklingar, umpotta ymiskt plantutilfar og at lúka.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.