Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Undantaksloyvi at taða oman fyri 250 metra hædd

Umhvørvisstovan hevur givið Landsverki undantak til at taða oman fyri 250 metra hædd.

Í sambandi við breiðkan av vegi, hevur Landsverk ætlan um at sáa í benið, og tí søkt  um undantaksloyvi at taða eitt øki í Neytaskriðuni á Gjáarvegnum.

Umhvørvisstovan heldur, at tað hevur týdning, at sátt verður í øki, sum verða løgd ber í sambandi við vegagerð o.a., fyri at forða fyri erosjón, og at taðing á slíkum økjum kann vera fevnt av § 8, stk. 5 í kunngerðini um at loyva taðing oman furi 250 metra hædd.

Í loyvinum er tó treyt sett um, at taðast skal bara á økinum, har svørðurin er grivin omanav.

Undantaksloyvini eru her

Avgerðin kann kærast til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, ella til us@us.fo, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato, t.e. mikudagin 3. august 2016.

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo