Undantaksloyvi at taða oman fyri 250 metra hædd
Umhvørvisstovan hevur givið Jákup Petersen, bónda í Kaldbaksbotni undantaksloyvi at taða eitt øki oman fyri Mannafelsdal.
Skífelagið Fjalir hevur ruddað eitt uml. 1.500 m2 stórt øki og grivið svørðin omanav við Navirnar oman fyri Mannafelsdal.
Fyri at sleppa undan erosión, ætlar bóndin at sáða græsfræ og taða økið. Sambært nýggju kunngerðini um taðing er ikki loyvt at taða oman fyri 250 metra hædd, men kann Umhvørvisstovan í serligum førum veita undantaksloyvi.
Umhvørvisstovan hevur sett sum treyt, at taðað bara verður har, sum svørðurin er grivin omanav, og at tað í mesta lagi verður taða við uml. 9 tonsum av mykju, sum samsvarar við ásetingarnar í kunngerðini um, hvussu nógv taðast skal. Eisini eru treytir um, at ansast skal eftir, at ásetingarnar í kunngerðini verða hildnar, m.a. at tjørnin og løkurin nærhendis ikki verða dálkað av tøðum og at taðað ikki verður í regni ella frosti.
Avgerðin kann kærast til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, ella til us@us.fo, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato, t.e. hósdagin 23. august 2012.
Avgerðin kann lesast her.
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo