Undantaksloyvi at taða oman fyri 250 metra hædd
Umhvørvisstovan hevur givið trimum festarum undantaksloyvi at taða oman fyri 250 metra hædd.
Talan er um Jákup Petersen og Pætur Bærentsen, festarar í Kaldbaksbotni og Jóannes Debes, festara í Oyrareingjum.
Undantaksloyvið er tíðaravmarkað til 31. august 2018, og setir Umhvørvisstovan m.a. sum treyt, at tað verður taðað við í mesta lagi 200 kg av N fyri hvønn hektar um árið, og at taðast skal við í mesta lagi 100 kg av N fyri hvønn hektar hvørja ferð við einum millumbili upp á í minsta lagi átta vikur. Eisini eru m.a. treytir um, at ansast skal eftir, at ásetingarnar í kunngerðini verða hildnar, m.a. at tøðini ikki seta út í áir og løkir,og at taðað ikki verður í regni ella frosti.
Avgerðin kann kærast til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, ella til us@us.fo, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato, t.e. hósdagin 12. mai 2016.
Undantaksloyvini kunnu lesast her.
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo