Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Undantak til umhvørvisgóðkenning av hitamiðstøð

Umhvørvisstovan hevur givið P/F Fjarhitafelagnum undantak frá kravinum um umhvørvisgóðkenning.

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra avgerðina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.evur tann 9. januar 2015 boðað Umhvørvisstovuni frá, at felagið hevur gjørt av at taka oljufýringarnar burtur úr ætlanini, og tekur tí umsóknina um umhvørvisgóðkenning av hitamiðstøð í Klingruni í Hoyvík aftur. Fjarhitafelagið hevur broytt ætlanina til eina hitamiðstøð, sum leggur dent á at brúka varandi orku og at gagnnýta spillhitan frá Brennistøðini á Hjalla og Elverkinum á Sundi betur.

 Umhvørvisstovan metir ikki, at ein hitamiðstøð, sum hevur elriknar hitaketlar og heittvatnstangar, hevur týðandi árin á umhvørvið ella grannalag. Undantak verður tí, sambært §26,3 í Ll. um umhvørvisvernd, givið frá kravinum um umhvørvisgóðkenning til rakstur av hesum byggistigi. Umhvørvisstovan hevur tó framvegis eftirlit við virkseminum sambært kap. 7 í umhvørvisverndarlógini.

Verður ætlanin broytt ella útbygd, skal Fjarhitafelagið P/F senda Umhvørvisstovuni umsókn um umhvørvisgóðkenning av hesi broyting ella útbygging.

Nærri kunning um avgerðina er her

Skrivið við avgerð um at veita undantak er her

Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her

 

Avgerðin um at veita undantak kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra avgerðina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 6. mars 2015.

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Ingvard Fjallstein, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo