Undantak frá kravi um umhvørvisárinsmeting
Umhvørvisstovan hevur givið Sp/f Atlants-myllan undantak frá kravinum í havumhvørvislógini og elveitingarlógini um umhvørvisárinsmeting í sambandi við eina royndarverkætlan við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi
Sp/f FTPP hevur ætlanir um eina royndarverkætlan, har ein turbina, sum vinnur orku burtur úr sjóvarfallinum, verður sett út í Vestmannasund.
Sambært bæði elveitingarlógini og havumhvørvislógini krevst umhvørvisárinsmeting, sum skal góðkenast av Umhvørvisstovuni, áðrenn loyvi kann verða veitt til slíkar verkætlanir. Tó kann Umhvørvisstovan veita undantak frá hesum kravi.
Umhvørvisstovan metir, at ávirkanin á náttúru og umhvørvi er sera avmarkað. Orkuverkið verður undir vatnskorpuni, og verða tí eingir sjónligir ampar av tí. Verkætlanin er tíðaravmarkað til eitt ár, hevur einki útlát av dálkandi evnum, krevur einki inntriv í náttúruna, og kann takast burtur aftur uttan nakað sár í náttúruni. Tí metir umhvørvisstovan, at ráðiligt er at víkja frá kravinum um umhvørvisárinsmeting.
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi tvær vikur frá dags dato, t.e. hósdagin 28. juni 2012
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf.