Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Undantak frá kravi um umhvørvisárinsmeting

Umhvørvisstovan hevur givið Vestmanna kommunu undantak frá kravinum í elveitingarlógini um umhvørvisárinsmeting í sambandi við, at kommunan setur vatnturbinu á drekkivatnsleiðing

Vestmanna kommuna hevur ætlan um at seta eina vatnturbinu á verandi drekkivatnsleiðing frá Krákugjógv til vatnbrunnin við Gjógvará, og harvið vinna elorku úr drekkivatninum.

Sambært elveitingarlógini skal gerast ein umhvørvisárinsmeting, sum skal verða góðkend av Umhvørvisstovuni áðrenn loyvi kann verða veitt til elframleiðslu. Tó kann Umhvørvisstovan veita undantak frá hesum kravi.

Av tí, at tað einki inntriv er á náttúruna, herundir vatntøka, leggjan av vatnveiting ella vegagerð, metir Umhvørvisstovan, at verkætlanin ikki hevur nakað árin á náttúru ella umhvørvi, meiri enn tað, sum longu er gjørt. Tí hevur Umhvørvisstovan tikið avgerð um at veita kommununi undantak frá kravinum um umhvørvisárinsmeting.

Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fýra vikur frá dags dato, t.e. týsdagin 6. mars 2012.

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, deildarleiðara, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo