Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Undantak at taða oman fyri 250 metra hædd

Umhvørvisstovan hevur givið IRF loyvi til at taða oman fyri 250 metra hædd við nýggja tyrvingarplássið í Nýggjheiðum í Kvívík.

IRF ætlar at taða økið, sum er umvælt í sambandi við bygging av nýggjum tyrvingarplássi í Nýggjheiðum. Ein stórur partur av hesum liggur oman fyri 250 metra hædd. Sambært § 8, stk. 4 í kunngerðini um taðing, er ikki loyvt at taða oman fyri 250 metrar, men Umhvørvisstovan kann í serligum førum, eftir umsókn, geva undantaksloyvi, sambært § 8, stk. 5 í kunngerðini.

Endamálið við kunngerðini um taðing er m.a. at fremja nýtsluna av tøðum sum tilfeingi, og samstundis at tryggja, at taðing ikki elvir til dálking av umhvørvinum ella ampar í nærumhvørvinum. Fyri at verja natúrliga gróðurin í haganum, er ikki loyvt at taða oman fyri 250 metra hædd, men Umhvørvisstovan kann í serligum førum veita undantaksloyvi.

Í hesum málinum er talan um at taða øki, sum er grivið upp og velt í sambandi við bygging, fyri at fáa gongd á vøkstur, og tí er ikki talan um at ávirka natúrligan gróður. Samstundis er tað ikki gott at moldin liggur ber, tí so er vandi fyri at moldin verður máað burtur. 

IRF ætlar at taða við biotøðum frá Førka. Biotøð er ein avlopsvøra frá biogassframleiðslu, og er ein blanding av neytamykju og fiskaleivdum, har umleið tveir triðingar eru neytamykja. Sambært § 2 í kunngerðini um taðing, fevnir kunngerðin um goymslu og útbreiðslu av neytatøðum, súrhoyggjaevju o.ø.. Av tí at størri parturin av biotøðum stavar frá neytamykju, umframt at biotøðini eru flótandi sum neytamykja, metir Umhvørvisstovan, at biotøð eru fevnd av § 2 í kunngerðini. 

Umhvørvisstovan metir, at endamálið við verkætlanini gevur grundarlag fyri at veita undantaksloyvi sambært § 8, stk. 5 í kunngerðini um taðing.

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo