Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisvirkisskráin á føroyskum

Umhvørvisráðharrarnir í Norðurlondum hava sett út í kortið, hvørji øki skulu raðfestast komandi árini

Lýsing av hesum innsatsøkjum eru at finna í bóklingi, sum nú eisini er týddur til føroyskt. Norðurlendska samstarvið hevur nógv ár á baki, og  er eitt av heimsins mest umfatandi millumtjóða samstørvum. Londini, ið samstarva, eru: Grønland, Ísland, Føroyar, Noreg, Svøríki, Áland, Finnland og Danmark.

At allir umhvørvisráðharrar í nevndu londum eru gingnir saman um virkisskránna vísir, hvussu norðurlendska arbeiðið á umhvørvisøkinum strategiskt verður skipað, og týdningin og ágóðan av samstarvinum á umhvørvisøkinum.

Fyri okkum í Føroyum hevur norðurlendska umhvørvissamstarvið alstóran týdning. Norðurlendska samstarvið er grundarlag undir øktari vitan, sum m.a. verður fingin umvegis ymiskt verkætlanararbeiði, myndugleikasamstarv og øktum netverki.  

Norðurlendska samstarvið byggir á aðalregluna um norðurlendska nyttu, sum hevur við sær, at londini samstarva, har tað ber til, fyri at fáa betri úrslit ella spara tilfeingi um somu leið, sum tey virka hvørt sær. Samstarvið kann vera at býta uppgávur sínámillum ella samvirka eftir leisti, ið semja er um. Eftir hesi aðalreglu setir umhvørvissamstarvið hesi evni í brennidepilin í 2009 –2012:  

• Veðurlag og luft
• Hav og strandaleiðir
• Lívfrøðiligt fjølbroytni og vistfrøðiskipanir
• Burðardygg nýtsla og framleiðsla

Umhvørvisstovan er virkin í norðurlendska samstarvinum innan umhvørvi, og eru Føroyar við í flest øllum arbeiðsbólkunum í umhvørvissamstarvinum. Arbeiðsbólkarnir eru:  

Nordisk Affaldsgruppe (NAG)
Klima og luftgruppen (KoL)
Nordisk Kemikaliegruppe (NKG)
Miljø- og Økonomigruppen (MEG)
Arbejdsgruppen for Holdbar Konsumtion og Produktion (HKP)
Arbeidsgruppen for Akvatiske økosystemer (AEG)
Terrestre økosystemgruppe (TEG)

Les meira um norðurlendska samstarvið á umhvørvisøkinum her  

Til ber at lesa meira um umhvørvisvirkisskránna 2009 – 2012 her
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.