Umhvørvisstovan sendir valkortini í dag
Tey, sum hava valrætt til fólkatingsvalið, fáa valkortini sendandi við postinum

Umhvørvisstovan umsitur landsfólkayvirlitið, og ein av uppgávunum hjá landsfólkayvirlitinum er at fáa valkort út til veljarar. Tað er Elektron sum prentar kortini. Í morgun pakkaðu starvsfólk á Umhvørvisstovuni valkortini, sum síðani verða borin út til veljaran av Posta.
Hetta er samstundis seinasta valið, har valkortini verða gjørd burturúr upplýsingum úr gomlu landsfólkayvirlitsskipanini.
